Thailendsk vitjan í Havnini

Umboð fyri thailendsku sendistovuna í Kjøpinhavn við varastjóranum, Morakot Janemathukorn, á odda, vóru fríggjadagin á fundi við Tórshavnar kommunu, har Ingibjørg Berg, kommunustjóri, og Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri, tóku ímóti.

Thailendska sendistovan ynskir at knýta tættari sambond millum thailendsku ríkisborgararnar í Føroyum og Tórshavnar kommunu, og greiddi varastjórin frá, at yvir 100 thailendingar búgva í Føroyum, harav einir 70 í Tórshavn.

Hon legði stóran dent á, at thailendingar eru fyrikomandi og sjálvstøðugir, og gjarna vilja geva sítt íkast til vælverðina í samfelagnum, tey búgva í. Hennara fatan er, at thailendingar og aðrir ríkisborgarar í Føroyum hava ávísar trupulleikar at fáa neyðuga innliti í føroyska samfelagið, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Við á fundinum var eisini Krongrak Jøkladal, sum hevur búð í Føroyum í nøkur ár og arbeiðir í Frítíðarskúlan í Hornabø. Størsti trupulleikin er málið, og hennara áheitan var, at útlendingar fingu munandi meira undirvísing í føroyskum máli, so at teir betri kundu vera við í øllum samfelagsviðurskiftum.

Endamálið við fundinum var at knýta sambond til víðari samstarv millum sendistovuna, kommununa og thailendska umhvørvið í Føroyum, og Ingibjørg Berg, kommunustjóri, greiddi í hesum sambandi frá tilboðum, kommunan longu veitir útlendingum.

Harumframt greiddi kommunustjórin frá, at býráðið vil at draga fleiri útlendskar ríkisborgarar til høvuðsstaðin, fyri at geva sítt íkast til samfelagsvøksturin og fyri at fáa ein livandi og dynamiskan høvuðsstað.