Thailendsk matstova á Strondum

Somwang Anthoniussen úr Thailandi hevur nú latið matstovu upp í Eik-bygninginum á Strondum.

Somwang Thaifood er navnið á nýggju matstovuni á Strondum.

Somwang Anthoniussen, ið er ættað úr Thailandi, hevur leingi havt ein dreym um at lata upp matstovu við mati, sum tey vanliga eta í Thailandi.

Fyri at kanna um grundarlag var fyri at lata matstovu upp, hevur hon í eina tíð selt thaimat í Bygdahúsinum á Strondum.

Sjóvar kommuna veit í dag at siga, at undirtøkan fyri thaimati hevur verið so mikið góð, at Somwang Anthoniussen gjørdi av at keypa bygningin hjá Eik, sum stendur væl fyri miðskeiðis í bygdini.

- Hon hevur nú innrættað bygningin til matstovu, sum er opin gerandisdagar millum klokkan 17.30 og 22, verður lagt aftrat.