Thailendsk massaga í Havn

Í gjár lat upp nýggj thailendsk massagustova í miðbýnum í Havn, ið ber heiti Sabai. Walai West, sum eigur og rekur nýggju massasgustovuna, er úr Thailandi, og er hon er útbúgvin á WatPo templinum í Bangkok, ið verður mettur sum ein tann besti skúlin í Thailandi, og hevur hon eisini drúgvar royndir innan økið. Thai massaga, stavar frá teimum siðbundnu templunum har munkarnir lærdu og lótu frá sær hesa massagu-viðgerð frá ættarlið til ættarlið. Kroppurin verður mýktur, við at brúka hendur, føtur, knø, albogar og likamsvekt við tí endmáli at geva kundanum betri heilsu, størri smidleika og økta vælveru.