Føroyska landsliðið tapt í dag 2-0 fyri U23 landsliðnum hjá Thailandi. Dysturin varð spældur í nógvum hita í Bangkok í Thailandi. Vertirnir skoraðu tvær ferðir í fyrra hálvleiki, meðan okkara ikki vóru neyvir í álopsspælinum.
Thailand kom á odda eftir hornaspark, og ein av thailendsku spælarunum var fyrstur á og kundi heldur ótarnaður seta innaru síðu á. Thailand hevði eisini ein møguleika at økja, tá Gunnar Nielsen misti bóltin í fimm metrinum, men bólturin endaði á stongini.
Stutt fyri hálvleik hevði føroyska landsliðið nøkur góð og væl spæld álop, men tað eydnaðist ongantíð at fáa veruligt skot á. Eftir ein slíkan møguleika fór Thailand í mótálop. Tað endaði við, at nummar 14 bleiv púra leysur og skoarði.
Í seinna hálveiki mundi okkara hava yvirtakið, men tað eydnaðist ikki at umseta fleiri vandamiklar støður til vandamiklar møguleikar. Serliga var tað upp á deyðbóltar, at okkara vóru nær við. Føroyska liðið gjørdi eisini fleiri útskiftingar í seinna hálvleiki. Millum teir, ið komu inn vóru Karl Løkin, Pól Jóhannus Justinussen, Andreas Lava Olsen, Páll Klettskarð og Gilli Sørensen
Gunnar Nielsen Jónas Tór Næs, Rógvi Baldvinsson, Odmar Færø, Viljormur Davidsen Kaj Leo Í Bartalsstovu, Pætur Dam Jacobsen, Høgni Madsen, Símun Samuelsen Jóan Símun Edmundsson Arnbjørn Hansen.