Tailand fær sín yngsta forsætisráðharra nakrantíð

Hin 37 ára gamla, Paetongtarn Shinawatra, verður yngsti forsætisráðharrin í Tailandi nakrantið.

 

Paetongtarn Shinawatra, sum er dóttir fyrrverandi forsætisráðharran, Thaksin Shinawatra, hevur tryggjað sær atkvøðurnar, sum skulu til fyri at gerast forsætisráðharri í Tailandi.

 

Tað skriva tíðindastovnurnar, Reuters og AFP.

 

Hin 37 ára gamla, Paetongtarn Shinawatra, verður harvið yngsti forsætisráðharrin í Tailandi nakrantið.

 

Sambært úlendsku miðlunum er tað tjóðartingið í landinum, sum hevur givið hinu 37 ára gomlu nóg mikið at atkvøðum til at taka yvir leiðsluna eftir Srettha Thavisin.

 

Tað var landsins grundlógardómstólur, sum fyrr í hesi vikuni gjørdi av, at Srettha Thavisin skal leggja frá sær sum forsætisráðharri landsins.

 

Pápi Srettha Thavisin er milliarderur, og hann er ein av kendastu politikarunum í Tailandi. Hann varð frákoyrdur sum landsins leiðari í 2006 og livdi fleiri ár í útlegd.

 

Paethongtarn Shinawatra er fødd hin 21. august 1986 og er leiðari í flokkinum, Pheu Thai Party.