Thailand: Bjargingin heldur fram í morgin

Bjargingin av dreingjunum í hellinum í Thailandi er steðgað fyri í dag

Tað hevur eydnast at bjarga fýra av teimum 12 fótbóltsdreingjunum, sum eru innibyrgdir saman við venjara teirra í einum djúpum helli í Thailandi.Tað veit TV2 at siga.

Bjargingarlið hava í dag gjøgnumført truplu bjargingina av teimum fyrstu fýra dreingjunum, og nú er bjargingin steðgað fyri í dag. Bjargingarliðini bíða eftir dagsljósi í morgin at halda fram við bjargingini.

12 dreingir og venjari teirra hava verið fangaðir í hellinum síðani 23. juni, tí vatnstøðan vaks nógv, meðan teir vóru inni. Ætlanin er at bjarga dreingjunum út í fýra bólkum. Fyrstu bólkurin taldi fýra dreingir, og síðani verða teir eftirsitandi 8 dreingirnir og venjari teirra førdir út í trimum bólkum.

Myndugleikarnir í Thailandi siga, at bjargingin í dag gekk betur enn vætnað, og vónirnar eru góðir um at fáa allar dreingirnar út. 

Umleið 90 fólk – harav 50 útlendingar – luttaka í bjargingini.