Thai-inspirerað grindawok

Send okkum tína bestu uppskrift.
Hetta vikuskifti er tað grindawok sum Vinjard Magnussen úr Sørvági hevur sent inn.

(til 5 pers.)


tilfar 1 kg av góðum tvøsti, skorið í tunnar álar


Marinada

3 spsk av oystersós

3 spsk av fishsós

2 spsk av soyasós

2 spsk av farin

2 spsk av olivenolju

1/2 myrka øl, t.d. classic

4 bátar av rivnum hvítleyki

3 stelkar av sitróngrasi. Skal kroystast og skerast í stórar bitar. (Skal burtur, tá rætturin er liðugur)

1/2 rivin ingiferrót

2 smátt skorin grøn chillipipar

2 smátt skorin reyð chillipipar


Grønmeti

1/4 høvd av hvíttkáli, skorið í tunnar álir

2-3 gularøtur, skornar í álir

1 tyssi av várleyki, stórt skorið

1/2 grøna, gula og reyða piparfrukt skornar í álir

1 lítlan bakka av soppum, skornir í helvt

3 bátar av hvítleyki, skornir í tunnar skivur


Annað

2 grønmetis bótarmolar

3 dl av edikki

5 dl av vatni

1 lime frukt

1 blikk av kokos

mjólk

sesamolja

wok kryddarí

salt


Tvøstið verður útvatnað í edikki og vatni í nakrar tímar. Skola tvøstið væl. Blanda tilfarið til marinaduna væl, og legg tvøstið í marinaduna. Lat liggja í nakrar tímar. Sker grønmetið sundur. Hita wokkin væl og koyr sesamolju í. Byrja við at steikja gularøturnar í tveir minuttir. Síðani kálið í ein minutt og restina av grønmetinum í ein til tveir minuttir. Morla bótarmolar útyvir ta síðstu løtuna. Tað er umráðandi, at grønmetið ikki verður stokt bleytt, men at bit er í. Tak grønmetið úr wokkinum. Tak tvøstið úr marinaduni, og lat vatnið renna frá. Steik tvøst álirnar við nógvum hita í umleið fimm til sjey minuttir. Minst til at taka sitróngrasið úr rættinum, áðrenn hann er liðugur. Um ikki alt tvøstið rúmast á pannuni í senn, er betur at steikja tað í fleiri umførum. Tá tað síðsta tvøstið er stokt, verður grønmetið koyrt aftur í pannuna. Kóka marinaduna í nakrar minuttir í eini lítlari grýtu og koyr kokosmjólkina í. Stoyt hetta út yvir tvøstið og grønmetið, saman við limesaftini Smakka til við salti og wok kryddaríi. Borðreið beinanvegin, áðrenn grønmetið verður bleytt. Hav rís og flutes afturvið.