Útgerð til Kuwait

Amerikanska hervaldið er farið at senda útgerð til Kuwait.

Útgerðin skal nýtast í sambandi við eina venjing, sum 2.000 amerikanskir hermenn skulu hava við Persaflógvan.
Amerikanskir fjølmiðlar siga, at hervaldið hevur eisini sent aðra útgerð til Persaflógvan, og at sendingin, sum nú fer avstað, er tann triðja.
Talsmaðurin hjá verjumálaráðnum Pentagon sigur, at útgerðin og venjingin hevur einki við ætlanina at leypa á Irak at gera.