Útgerðarvirksemi í útjaðara

Fá mál hava fingið so nógva umrøða og áhugin og spenningurin hevur neyvan verið so stórur um eitt ávíst mál sum um, hvar í Føroyum oljuútgerðarhavnin skal liggja

 

Nú nærkast tíðini, at henda avgerð skal takast og tí hevur Henrik Old, tingmaður sett landsstýrismanninum í oljumálum skrivligan fyrispurning. Hann spyr, hvørji stig landsstýrismaðurin hevur tikið fyri at tryggja sær, at grein 3, stk 2. í løgtingslóg nr. 5 frá 8. februar 2000 um fyrsta útbjóðingarumfar til leiting eftir og framleiðslu av kolvetni verður fylgt? Í viðmerkingunum vísir Henrik Old á umrøddu grein, sum sigur, at "tá landsstýrismaðurin veitir loyvi, skal hann leggja dent á, at leitingar- og framleiðsluvirksemi úr Føroyum, eisini fer fram í útjaðaranum." Henrik Old sigur, at nú er helst síðsta útkall, um hetta skal gerast veruleiki, tí nú eru oljufeløgini í holt við at innheinta tilboð uppá útgerðarstøðir, og sum skilst, er ætlanin hjá oljufeløgunum at ganga saman um eina útgerðarstøð. Tað var annars Javnaðarflokkurin, sum skjeyt upp, at leitingar- og framleiðsluvirksemi úr Føroyum, herundir m.a. við útgerðarstøðum, skal ganga úr Suðuroy. Tað uppskotið bleiv ikki samtykt, men afturfyri ein linari orðing.