Útgávukonsert við Steintór Rasmussen í Skarv

Steintór Rasmussen hevur júst útgivið nýggju fløguna “Valla foldum á”, og í hesum sambandi verður útgávukonsert eisini hildin í Keypmannahavn.

 

Konsertin verður leygarkvøldið 12. November á Skarv, tá ið Steintór Rasmussen, Anna Faroe, Pætur við Keldu, Heiðrun Petersen og Jóhannus á Rógvu Joensen spæla fyri útisetunum í Keypmannahavn.

 

Steintór Rasmussen skrivar á nýggju fløguni um Jesus, um hvussu tað hevði kenst, at einans hava eitt ár eftir at liva í, og nógv onnur evni.

 

Steintór Rasmussen hevur saman við Frændum verið ein tann best umtókti sangskrivarin í landinum.

 

Nú hevur Steintór Rasmussen givið sína fyrstu solofløgu út, og verður altso at hoyra í Keypmannahavn 12. November.

 

Umframt nýggju fløguna, so fer Steintór Rasmussen eisini at tríva í gomlu hittini, sum Mítt Land, Eros og Heimstaðið.