Konsertin verður í Norðurlandahúsinum Klokkan 19.30 byrjar útgávukonsertin hjá Sigrey, sum er í samband við útgávuna av fløguni ?Nordic Soul?.
Millum teir, sum fara at spæla undir hjá Sigrey í kvøld verða danski trummuspælarin, Søren Kepler, og týski guitarsnillingurin, Gundy Keller, sum starvast hjá tí stóra, altjóða ljóðførisframleiðaranum, Roland. Søren Kepler og Gundy Keller hava samstarvað nógv. Í gjár demonstreraðu teir tað seinasta innan elektriskar trummur og guitar-synthezizarar í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Søren Kepler hevur eisini vitjað nógvar skúlar kring Føroyar í hesum sambandi.
Aðrir tónleikarar verða Gunnar G. Guttesen á tangentar og danski, Simon Stadsholt á bass. Kristoffur Mørkøre fer at ljóðblanda.
Fløgan ?Nordic Soul? er mixað í einari pop/urban/elektriskari ljóðmynd. Sangirnir eru skrivaðir av Sigrey, Lenu Anderssen, Lloyd Antonio Garrett & Brett Bakshis. Framleiðslustjóri er Gunnar G. Guttesen.