Útgávukonsert við Jens Lisberg

Nú er nakað síðani, at fløga við Jens Lisberg kom á marknaðin, men nú verður høvi at hoyra tónleikin á palli, tí 12. apríl verður útgávukonsert Útgávukonsertin verður tann 12. apríl í høllini á Skála. Jens ætlar sær - sum vanligt - at hava góða manning við sær.

Jens hevur eisini fingið sera góð ummæli av fløguni og í útlondum eru tey ikki minni glað fyri fløguna. BBC ummælari hevur givið fløgui viðmælir og sigur hann, at fløgan er nógv spæld har á Hetlandsleiðini, og Jens Lisberg hevur eisini fingið jalig ummælir úr Australia.

Nærri verður at frætta um útgávukonsertina seinni, men tey, ið vilja tryggja sær atgongumerkir, kunnu ringja á telefon 442600.