Útgávukonsert við Halli Joensen

Tá Hallur Joensen leygarkvøldið fer á pall á Seglloftinum á Tvøroyri í samband við Regatta tiltakið, sum byrjar í dag, og endar á Tvøroyri um vikuskiftið, so er talan um onki minni enn eina útgávukonsert, siga fyrireikararnir.

Teir fegnast um, at Hallur kemur at spæla í samband við Regatta, og at talan enntá er um eina útgávukonsert við føroyska countrykonginum, fegnast teir enn meira um.

Í skránni hevur annars verið lýst við harmonikudansi leygarkvøldið, men fyrireikararnir gera vart við, at hetta er ein villa í skránni.