Spildurnýggi gentubólkurin Faroe 5 hevur útgávukonsert í SMS í kvøld kl. 20.00 Hósdagin 5. juni kl. 20.00 skipar MESS fyri útgávukonsert við nýggja føroyska gentubólkinum Faroe 5. Ókeypis atgongumerki til konsertina fáast við at senda eitt sms-boð við tekstinum MESS til 1919. Tað er avmarkað atgongd til konsertina, sum verður á torginum í SMS og byrjar kl. 20.00 við feitum DJ tónleiki og dansiframførslum.
Aftaná konsertina fáa áhoyrarnir hvør sína ókeypis stakfløgu við bólkinum. Á fløguni eru tvey løg, stendur á heimasíðuni hjá SMS.