Í næstum bjóðar Eivør Pálsdóttir til útgávukonsert í Norðurlandahúsinum. Eivur hevur júst útgivið fløguna Room, og er tað í hesum sambandi, at útgávukonsert verður.
Á útgávukonsertini fer Eivør at framføra løg úr fløguni umframt nakrar klassikarar. Við sær á pallin hevur Eivør Mikael Blak, Magnus Johannesen, Trónd Bogason, Høgna Lisberg, Elinborg Pálsdóttir og Rebekku Petersen.
Nýggja fløgan er innspæld í Studio Bloch í hugnaliga umhvørvinum á Skálatrøð í Tórshavn, og er hetta fyrstu ferð, Eivør hevur innspælt fløgu her heima í Føroyum.
Fløgan tekur aftur í fólksliga heimin frá fyrru fløgunum, samstundis sum vit eisini hoyra endurljóð úr tí elektroniska heiminum, sum vit kenna frá seinastu útgávuni Larvu. Eivør hevur sjálv framleitt fløguna saman við Trónda Bogasyni, og saman hava tey megnað at skapa eina heilt egna ljóðmynd.
Á fløguni eru 10 nýggir sangir, allir á enskum. Millum annað sangurin I know, ið er enska útgávan av lagnum Eg veit, sum hevur verið nógv at hoyrt í føroyskum útvarpið í summar, og verður sendur øllum, ið hava skrásett seg at móttaka tíðindaskriv frá Eivør. Tey, ið downloada fløguna Room á Itunes, fáa føroysku "eg veit" við sum bonustrack. Onnur løg, ið kunnu nevnast, eru Rain, ið endurspeglar minnir frá barndóminum, og Boxes, ið er skrivað um tíðarskeiðið, tá Eivør pakkaði síni ting niður í kassar og flutti til Danmarkar. Á fløguni er eisini lagið Far away, sum varð skrivað, aftaná at Eivør sera knappliga og óvæntað misti pápa sín fyri góðum hálvum øðrum ári síðani.
Eivør bjóðar við nýggju fløguni lurtaranum inn í sín heilt egna heim, har vit møta henni á einum erligum og kenslubornum stað.
Hetta skrivar heimasíðan hjá Norðurlandahúsinum. Konsertin verður 16. September, og byrjar klokkan 19.30