Ein av nýggjaru føroysku bólkunum er Earth Divide og hesin bólkurin kom fyri stuttum út við fløgu. Í hesum sambandi verður útgávukonsert leygardagin.
Á konsertini fara Reduced to Ash og Interzone Boys at hita upp.
Útgávukonsertin hjá Earth Divide verður í Perluni í Havn leygardagin 18. maj klokkan 20:00.










