Útgávukonsert við Benjamin Petersen

Í sambandi við fyrstu solofløgu sína, hevur Benjamin Petersen útgávurkonsert í Norðurlandahúsinum hóskvøldið kl. 19.30.

Benjamin Petersen hevur verið guitarleikari hjá m.a. Deja Vu, Eivør og Brandur Enni. Hugur hansara hevur mest verið til jazz, men eisini verður nomið við avantgarde, pop og rock. Á fløguni hevur Benjamin samstarvað við dugnaligar tónleikarar sum Brandur Jacobsen, trummur, Mikael Blak, bass, Gunnar Guttesen, roads, Dávur Juul Magnusen, trombon, og Eivør Pálsdóttir, sang. Á konsertini hóskvøldið verða Edvard Nyholm Debes á bass og Conny Kass, sang. Atgongumerki á kr. 125 fáast í Norðurlandahúsinum og beinleiðis á heimasíðuni www.nlh.fo.