Eager 2 Please hevur útgávukonsert leygakvøldið í Rex.
Føroyski bólkurin er júst liðugur við debutfløguna, sum eisini verður seld á dansistaðnum leygarkvøldið.
Fløgan hevur verið leingi ávegis, men áhoyrarar kunnu gleða seg, tí hon bjóðar Rock ´n Roll og 80-ara retro fyri allar pengarnar.
Eager 2 Please eru í formi. Teir hava vant og spælt dúgliga seinastu vikurnar. Seinast á Høllini á Hálsi, har bólkurin hitaði upp fyri Nazareth.
Til ber at fáa eina smakkiroynd av fløguni hjá Eager 2 Please á www.myspace.com/egr2plz










