Allan býr í býnum Ballymena, nærhendis Belfast í Norðurírlandi. Hann er giftir við Judith, sum er úr Ballymena. Allan hevur Bachelor útbúgvin í matematikk og teldu og arbeiðir við logestikk í eini teldufyritøku.
Í síni frítíð ferðast hann kring landið, har hann syngur í ymiskum kirkjum og samkomum. Tað er í hesum sambandi at hugskotið til fløguútgávuna kom. Tað var plátufelagið “atiG”, sum heitti á hann um at geva fløguna út.
Fløgan er tikin upp í Eastbourne, nærhendis London. Framleiðarar eru Trevor Michael og Dan Wheeler, sum báðir eru kendir innan andaligan tónleik í Onglandi. Trevor Michael er t.d ljóðmaður hjá kenda gospelbólkinum “Delirious”, og Dan Wheeler er m.a. gittarspælari hjá Tim Hughes.
Á fløguni er 11 sangir, har Allan sjálvur hevur gjørt orð og løg á teimum flestu.
Fløgan er at fáa fleiri staðir kring landið sum t.d. í Expert í SMS, á Logos-bókasøluni í Havn og Vitanum í Saltangará, umframt at hon eisini verður at fáa á útgávukonsertini í Miðlahúsinum.










