2. hvítusunnudag fer Heini Lützen at syngja í Hoyvíkar kirkju. Sungnir verða sálmar av nýggjastu fløgu hansara Mong hava uttan iva hoyrt Heina Lützen gjøgnum útvarpslurtin ella umvegis fløguspælaran.
Nú verður hinvegin høvið at hoyra vældámda sangaran live, og tað í einum kirkjurúmi ið er vælegnað til slíkar framførslur.
Á hesi útgávukonsertini fer Heine at syngja nakrar av sálmunum frá fløguni, ið júst ber hetta heiti ?Sálmar?.
Fyri at gera framførsluna so góða sum tilber, fer Heine at hava góðar tónleikarar og góða ljóðútgerð við sær. Og tí skuldi alt tala fyri, at talan verður um eina framførslu á høgum støði.
Fólk kunnu í øllum førum gleða seg til eitt spennandi kvøld í Hoyvíkar kirkju nú mánakvøldið 24. mai kl. 20.