Tiltakið við Nazareth í Høllini á Hálsi leygarkvøldið er samstundis karmur um eina útgávukonsert.
Føroyski bólkurin Eager 2 Please, sum hitar upp, gevur nevniliga fløgu út í næstum.
Sum skilst verða løg á nýggju fløguni hjá føroyska rokkbólkinum at hoyra á konsertini. Tað sigst eisini, at fyrstu eintøkini av fløguni verða seld eftir konsertina.
Til ber at fáa eina smakkiroynd av fløguni hjá Eager 2 Please á www.myspace.com/egr2plz
Atgongumerki til konsertina kunnu keypast í øllum Kall-handlunum, á Kall-heimasíðuni og í Kunningarstovuni í Havn.