Leygardagin klokkan 11.30 verður matiné í Christianskirkjuni við Kenneth Jones á trompet og Birgitte Schnakenburg á klaver. Tað er útgávukonsert í sambandi við fløgu teirra, "Tíðin Rennur", sum kom út beint fyri jól.
Á skránni eru løg av fløguni og atgongdin er ókeypis.
Aftan á matinéina er ein kaffimunnur at fáa og møguleiki fyri at keypa fløguna, sum er teirra fyrsta.
Heitið á nýggju klassisku fløguni frá TUTL "Tíðin Rennur", sipar til føroyska sangin eftir Jógvan Waagstein. Kenneth Jones hevur lagt lagið til rættis fyri kornett, flygelhorn, piccolo trompet og klaver og er tað partur av fløguni, sum annars inniheldur klassiskan og væl umtóktan tónleik fyri trompet og klaver.
Fleiri av løgunum eru at finna á innihaldslistunum hjá "The Associated Board of the Royal Schools of Music" og á ymiskum musikkonservatorium og nøkur teirra eru sjáldsom at finna á upptøkum.
Kenneth og Birgitte búgva bæði í Føroyum og arbeiða á Føroya Musikkskúla. Umframt samarbeiðið við næmingum musikkskúlans, byrjaðu tey at spæla saman og og síðani hava tey havt nógvar konsertir runt um í Føroyum. Tvær framførslur hava eisini verið í Danmark og ein í London.
Í 2010 og 2011 hava tey havt konsertir á Summartónum, har tey m.a. hava frumframført verk eftir Kristian Blak og Atla K. Petersen. Kenneth og Birgitte verða aftur at hoyra á Summartónum næsta ár.