Í kvøld, týskvøldið, verður bókin um vinnulívsmannin og rokskiparan Kaj Johannesen løgd fram í býráðshøllini í Klaksvík
Skráin verður fjølbroytt. Kvinnukórið Suð fer at syngja, varaborgarstjórin Torleif Sigurðsson bjóðar vælkomin, formaðurin í Mentanarnevndini Jórun Høgnesen heldur røðu, leiðarin av Fornminnasavninum Jógvan Ravnsfjall greiðir frá um bókina og fyrsta eintakið av bókini verður handað varaborgarstjóranum, Torleifi Sigurðsson.
Rithøvundurin Jústinus Leivsson Eidesgaard kemur eisini at greiða frá um forarbeiðið og útgávuna
Eftir framløguna fæst bókin til keyps í Kunningarstovuni, har rithøvundurin - Jústinus Leivsson Eidesgaard eisini signerar bókina.
Framløgan verður sum sagt í Býráðshøllini týskvøldið og byrjar klokkan 19.