- Tað er eitt yvirraskilisi yvirhøvur at vera tilnevndur. Eg hugsaði, at eg hevði ikki gjørt so nógv í ár. Men tónleikur er so nógv ymiskt, tað er ikki sum ítróttur, har ein er greiður vinnari. Tað blívi eg við at siga. So tað er altíð eitt yvirraskilsi at kunna vinna í tónleikinum.
- Tí teir, sum vóru tilnevndir saman við mær eru bestemt góðir sangarar, og eg eri bara glaður fyria at tað var eg , sum varð valdur hesuferð.
- Hetta er ein staðfesting av, at tað er onkur sum dámar tað, man ger, so tað er deiligt.
Jens Marni er sannførdur um, at tað ikki er tilvild, sum hevur fingið hann so langt í tónleikinum. - Tað liggja nógv ár aftanfyri. Harumframt ger man kanska tónleik, sum er til tað stóru fjøldina. Og eg havi eisini tey røttu fólkini rundanum meg, sum hjálpa mær, slær hann fast.
Nýggj fløga í 2011
Ætlanin fyri 2011 er at gera eina nýggja fløgu. Eg vóni, at vit klára tað í 2011. Tað eru framvegis nógv ting, sum skulu fáast uppá pláss, bæði viðvíkjandi sangum og økonomi.
Tá hann verður spurdur, um hann so fer at verða árins sangari og vinna planetina fyri ársins fløgu í 2011, flennir Jens Marni.
- Lat okkum nú fyrst fáa gjørt løgini og produserað fløguna, og so taka vit tað harfrá.