TG-Verk bíligast at byggja SALT

TG Verk eigur lægsta tilboðið at gera gomlu Saltsilo’ina á Drelnesi til eitt altjóða mentanarhús.

Tilboðini vóru latin upp í almennari licitatión stutt eftir klokkan tvey.

Fýra fyritøkur bjóða sær til at gera arbeiðið. Tilboðini eru hesi:

TG-Verk 61.916.529

Articon 64.576.484 kr

J&K Petersen 74.697.101

Búsetur 78.467.762

Stigtakararnir til SALT-verkætlanina fara nú at nærlesa innkomnu tilboðini.

- Áðrenn vit hava gjørt tað hava vit ongar viðmerkingar, sigur Ólavur Rasmussen, stigtakari.

Á myndini nærlesur Ólavur Rasmussen innkomnu tilboðini, meðan Jákup Enni fylgir við. Myndina tók Eyðfinn Debes.

Hoyr frá tíðindafundinum, tá tilboðini vórðu latin upp á Seglloftinum á Tvøroyri: