Útgávan ”Lívsins dansur” tøk á netinum

Nú er tónleikaligi parturin av útgávuni tøkur á netinum

(Tíðindaskriv)

- Loksins er útgávan ”Lívsins dansur” tøk á iTunes, Spotify og øðrum talgildum stroymingartænastum. Tað var annars í februar, at Bárður á Lakjuni gav út fløgu og bókling við myndum og yrkingum, og fleiri av sangunum á útgávuni hava verið nógv at hoyrt í útvarpi síðani, eitt nú ”Eg uttan teg”, ”Lívsins dansur” og ”Fóður hevur fylgjur”.

Nú er tónleikaligi parturin av útgávuni so tøkur á netinum, og talan er um 9 skeringar – 7 sangir og 2 upplestrar. Talan er um fyrstu soloútgávu hjá Bárði, og hann hevur sjálvur smíðað bæði tekstir og løg. Tekstliga verður hugleitt um tað viðbrekna, følna og deyðiliga, um kærleika, ljós og frið, og hvussu dýrabart og vakurt lívið kann vera og er. Niclas Johannesen hevur framleitt tónleikaliga partin og haraftrat skrivað trý av løgunum saman við Bárði. Óli Poulsen hevur mixað og mastrað.

Heildarútgávan, ið framvegis fæst til keyps í bókasølum kring landið og hjá Sprotanum, er annars vovin saman við trimum træðrum, ið eru tekstir, tónar og myndir. Talan er um myndprýddan bókling við sekstan tekstum og fløgu. Leirvíksmálarin, Sámal Toftanes, hevur gjørt myndirnar, ið prýða savnið.