Útflutningur
Ætlandi skuldi Lómur hjá Faroe Ship fara til Scrabster mánadagin, men við tað, at skipið var seinkað á heimferðini úr Danmark, noyddist Faroe Ship at avlýsa túrin.
- Sambært ferðaætlanini skuldi skipið verið inn tíðliga mánamorgunin, men náddi ikki havn fyrr enn um kvøldið.
Avlýstu Scrabster
Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship, sigur, at seinkingin mánadagin, sum stóðst av ringum veðri, førdi til, at tey noyddust av avlýsa Scrabster-túrin hesaferð, sum sjálvandi er komið fiskaútflytarum dátt við.
- Hetta er túrurin, har fiskaútflytarar senda feskan fisk niður til Scrabster, og tí var hetta ógvuliga óheppið, ásannar hon.
Hon leggur tó aftrat, at slíkt hendir ógvuliga sjáldan, tíbetur.
- Men vit eru ikki harrar yvir veðrinum.
Á uppboðssølu
Sum Sosialurin hevur skilt, noyddust teir, sum annars ætlaðu sær at senda feska fiskin niður á skotska marknaðin, á uppboðssøluna hjá Fiskamarknaði Føroya við honum.
- Tað er einki at ivast í, at hetta hevur merkt munandi prísfall í mun til tað, teir kundu fingið fyri fiskin á feskfiskamarknaðinum í Skotlandi, sigur Jóhanna á Bergi.
Hon vísir á, at Dettifoss hjá Faroe Ship, sum kom úr Århuus, eisini var seinkað á ferðini heim til Føroya.
- Dettifoss skuldi verið komin sunnudagin, men kom ikki fyrr enn seinnapartin mánadagin, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship.