Vøksturin í talinum av heilsuváttanum fyri føroyskan fisk og fiskaúrdráttir, ið verða útflutt til Kina, er stórur, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á heimsíðu síni.
Í 2010 vóru íalt næstan 140 heilsuváttanir viðgjørdar og undirskrivaðar fyri vørupartíð av fiski og fiskaúrdráttum ið vóru útflutt til Kina. Higartil í 2011, hava tað verið næstan 600 heilsuváttanir ið starvsstovan hevur viðgjørt og undirskrivað.
Við útflutningi av matvørum millum lond uttanfyri ES, t.d. úr Føroyum til Kina ella úr Føroyum til Russland, er tað móttakaralandið, ið ásetur treytirnar. Hetta kunnu verða treytir til hvørjar upplýsingar skulu verða á heilsuváttanini, upplýsingur um lóggávu, hvørjar kanningar skulu verða gjørdar av vørupartínum fyri at kunna undirskriva heilsuváttanina, hvørt men hevur avtalu við ES, segling, o.s.fr.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur fyrr gjørt avtalu við Russland. Føroysku løggildaðu matvøruvirkini, ið kunnu útflyta til Russlands,
Onnur lond ið eisini hava verið á skránni hjá okkum er til dømisVietnam
Tá umræður Kina, so er leistrin er áleið tann sami, sum vit hava sæð frá øðrum londum sum t.d. Russland og Vietnam. Summarið 2011 fekk Heilsufrøðiliga starvsstovan umvegis donsku sendistovuna í Beijing at vita frá kinesisku myndugleikunum, at Føroyar fyribils kundu halda framm við verandi skipan, hvat heilsuváttanum viðvíkur, inntil árlok 2011.
Í heyst og í vetur verður arbeitt við at fáa endaliga avtalu við kinesisku myndugleikarnar uppá pláss, soleiðis at føroysk matvøruvirki, ið ynskja at útflyta til Kina, koma á kinesiska listan yvir føroysk virkir, og at okkara heilsuváttan endaliga verður staðfest. Harvið skuldi útflutningurin til Kina eftir árslok verið tryggjaður, hvat heilsufrøðiligum viðurskiftum viðvíkur.










