Leingi hevur í Føroyum verið tosað um, at finna alternativa útflutningsvøru. Mest sum allir samfelagsfrøðingar og búskaparfrøðingar eru samdir um, at útflutningsvøran í tí altjóðagjørda heiminum í størri mun verður vitanar- og undirhaldsvøra.
Í Føroyum er ein sera stórur partur av útflutningi okkara óvirkað rávøra, og tað er ikki heilt í trá við ímyndina av einum framkomnum og altjóðagjørdum samfelag.
Ísland hevur havt eydnu við at umleggja teirra búskap og eru slóðbrótarar innan nógv øki við teirra vitan og mentanarliga førningi.
Føroyingar tosa eisini nógv um hetta, og vit hava leingi vónað, at tónleikurin kann gerast ein nýggj útflutningsvøra. Hóast summir tónleikarar hava klárað seg væl uttanlands, so vantar enn tað stóra gjøgnumbrotið.
Ein íslendsk barnasending kallað Lazy Town hevur veruliga sligið ígjøgnum á altjóða marknaðinum. Sendingin er bygd á nøkur show, har ið skemt og sjónleikur verður nýtt til at fremja ein sunnan livihátt. Endamálið við sendingini er at fáa børn at liva eitt sunt lív við sunnum mati og nógvari rørslu.
Sendingin er vorðin sera væl umtókt av børnum orsakað av undirhaldsvirðinum og skemtiliga stílinum. Hon er eisini sera væl umtókt av foreldrunum orsakað av sunna boðskapinum og sterka moralinum.
Trúði uppá hugskotið
Tað er íslendingurin Magnus Scheving, sum hevur skapað konseptið Lazy Town. Hann er rithøvundur, fimleikari, entreprenørur og undirhaldari. Hann gjørdist evropeiskur meistari í fimleiki í 1994 og 1995. Í Íslandi er hann væl dámdur sum fyrilestrarhaldari, og hansara bakgrund sum ítróttamaður sæst aftur í hansara fyrilestrum.
Magnus vil fegin hjálpa foreldrum og børnum teirra, so at børnini kunnu fáa ein sunnan uppvøkstur við nógvari rørslu, ábyrgdarfullari umsiting av pengum og sterkum etikki. Í 1991 skrivaði hann bókina Go, Go Lazy Town og nú nógv ár seinni hevur hugskotið ment seg, og Lazy Town er eisini at síggja í sjónvarpinum.
Tað, sum er áhugavert við hesum, er, at ein maður fekk eitt hugskot, og hann trúði veruliga uppá tað. Sendingarnar gjørdust væl umtóktar í Íslandi og nú hava tær fingið sítt veruliga gjøgnumbrot. Tó kom tað stóra gjøgnumbrotið langt eftir, at hann av fyrstan tíð byrjaði við sendingunum.
Barnasendingar møgulig útflutningsvøra
Í Føroyum hava vit nakrar barnasendingar, sum eru væl umtóktar. Spurningurin er, um vit skuldu lagt størri orku í at marknaðarføra tær barnasendingar, sum verða gjørdar.
Tað er eingin loyna, at Angela og Hannibal, Likkulikkuleia og Trøllapætur er eitt tað besta føroyska sjónnvarps-tilfarið, sum er framleitt yvirhøvur. Kanska hetta tilfarið kann roynast væl á altjóða marknaðinum.
Tey føroysku konseptini minna um konseptið hjá Lazy Town, og hóast tað er langt síðani, at sendingarnar komu fram í Føroyum, so kunnu tær enn vera áhugaverdar í øðrum londum. Fyrimunurin í Føroyum er, at tann føroyska vøran er fyrst roynd á ein minni marknaði (les: tí føroyska),og kann hon tí vera væl brýnd til at fara út á tann altjóða marknaðin.