Fyrstu 7 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri útvið 2 mia. kr. Hetta er 3% minni enn í fjør.
Skip vóru seld av landinum í 2008 fyri 351 mió. kr., í ár eru skip seld fyri 80 mió. kr, ella ein munur uppá 271 mió. kr., og tí er samlaði útflutningurin minkaður 12%.
Nøgdin av uppisjóvarfiski er minkað niður í eina helvt frá 80.180 tonsum til 40.135 tons, meðan útflutta nøgdin av alifiski er økt við 39% úr 19.323 tonsum til 26.832 tons, í virðið er alifiskurin farin úr 507 mió. upp í 766 mió.
Eisini nøgdin av botnfiski er økt, tað er serliga nøgdin av upsa, sum er økt higartil í ár.
Útflutningurin av toski, hýsu og kongafiski er minkaður nógv, skrivar Hagstovan.