Útflutningurin til Kina veksur

Útflutningurin úr Føroyum til Kina hevur seinastu árini verið støðugt vaksandi.

Um hugt verður eftir gongdini, hvussu hevur verið við útflutningi úr Føroyum til Kina, sæst, at útflutningurin veruliga hevur tikið dik á seg.

Útflutningsvirðið í 2011 var 102 milliónir krónur, og í 2012 var virðið 197 milliónir krónur. Nøgdrinar hesi bæði árini hava verið ávikavist 5.052 tons og 11.189 tons av fiski.

Eisini talið av heilsuváttanum, tað vil siga talið av vørusendingum, ið fara úr Føroyum til Kina, er eisini økt munandi. Í árunum fram til 2010 vóru umleið 150 heilsuváttanir um árið,meðan tað í 2012 vóru 1.534 heilsuváttanir.

- Fyri 2013 vænta vit, at tað verða einar 1.900 heilsuvváttanir svarandi til 1.900 vørusendingar, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Fyri einum ári síðani vitjaði kinesisk sendinevnd frá stovninum AQSIQ á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Sendinevndin kunnaði seg um laksaframleiðslu í Føroyum. Eisini greiddi sendinevndin frá, hvussu útflytast skuldi til Kina.

Seinast í mai í ár var fyrsti listin yvir føroysk virki, ið kunnu útflyta til Kina, góðkendur av AQSIQ, og síðan tá er listin dagførdur eina ferð.