Útflutningurin stendur í stað

Hóast fiskanøgdirnar minkaðu heilt nógv, so var krónuvirðið av føroyska útflutninginum mest sum óbroytt fyrstu ellivu mánaðirnar í fjør sammett við í fyrraárið. Verður útflutningurin av skipum drigin frá samlaða talinum, var talan um vøkstur í føroysku útflutninginum fyrstu 11 mánaðirnar í 2009.

Samanlagt var talan um negativt frávik á 42 mió kr., men av hesum togaði útflutningurin av skipum talið niðureftir við 372 mió kr.

Tað er fyrst og fremst alifiskurin, sum syrgir fyri, at talan ikki er um ógvusliga minking í tølunum. Fyrstu 11 mánaðirnar vaks útflutningurin av hesum úr 893 i 1.271 mió kr.

Innan øll onnur fiskasløg var talan um minking. Serliga í útflutningstølunum fyri botnfisk og uppisjóvarfisk. Fyri botnfisk var talan tó um økta nøgd, men krónuvirðið var tó væl lægri, enn tað var í 2008.