Útflutningurin minkar meðan innflutningurin veksur munandi

Útflutningurin seinasta árið (frá mars 2018 til februar 2019) var 8,452 milliardir krónur. Hetta svarar til eina minking á 42 milliónir krónur samanborið við eitt ár frammanundan (frá mars 2017 til februar 2018).


Fiskavøruútflutningurin er minkaður 212 milliónir krónur í virði. Hyggja vit nærri eftir hesum tølunum, síggja vit, at útflutningurin av toski, upsa og hýsu er vaksin við 211 milliónum krónum, meðan útflutningsvirði av laski er minkað við 269 milliónum krónum, og útflutningsvirði av øðrum fiski er minkað við 141 milliónum krónum.

Útflutningurin av skipum og flogførum vaksin við 171 milliónum krónum.

##med2##

Innflutningurin vaksin 10 prosent

Hinvegin er innflutningurin vaksin við 723 milliónum krónum og er nú 7,743 milliardir krónur. Vøksturin svarar til heili 10 prosent.

Brennievni er tað, ið er vaksið mest. Vøksturin er 350 milliónir krónur og svarar til 36 prosent. Maskinur og amboð er eisini vaksið nógv, nevniliga 22 prosent. Tilfar til byggivinnu er vaksið 16 prosent, og tað, sum verður nýtt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er vaksið við trimum prosentum, skrivar Hagstovan.

##med3##

##med4##