Ùtflutningurin minkar framvegis

Minkingin stendur við


Tey nýggjastu tølini fyri okkara útflutning, vísa, at tann gongdin, sum vísti seg fyrr í ár stendur við. Og tað er vit framvegis útflyta minni í ár enn vit gjørdu í fjør.

Tað sigur Hagstovan á heimasíðu síni. Tilsamans útfluttu vit fyri 2,3 milliardir teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár, aftur ímóti 2,4 milliardir í sama tíðarskeiði í fjør. Sostatt er talan um eina minking upp á 5%. Men verða skipini ikki tikin við, er talan um eina minking upp á 17%. Minkingin er stór fyri flest øll fiskasløg, men í mestan mun er tað alifiskurin, sum vigar positiva vegin. Nú er útflutningsvirðið av laksi hægri enn fyri nakað annað fiskaslag, og fyrstu sjey mánaðirnar í ár er útflutt fyri 433 milliónir av laksi. Somu tíð í fjør var tað toskurin, sum hevði størst útflutningsvirði, sigur Hagstovan