Av toski, hýsu og upsa er útflutt fyri slakar 95 miljónir ella 9 % minni. Í nøgd er talan um eina minking upp á 13 %. Av hesum fiskasløgum er tað serliga upsin, sum ger munin. Útflutningurin av upsa er farin niður við 26 % í nøgd og 28 % í virði.
Útflutningurin av laksi er minkaður góðar 33 miljónir ella 7 %, og av sílum er minkingin út við 68 miljónir ella 54 %.