Fyrstu sjey mánaðirnar í ár var føroyski útflutningurin 542 milliónir krónur minni, enn hann var somu tíð í fjør. Tað er ein minking á 11 prosent.
Tað vísir nýggj uppgerð frá Hagstovu Føroya.
Lutfalsliga størsta minkingin er í uppsjóvarfiski – makreli, sild og svartkjafti – har útflutningurin er minkaður við 312 milliónum krónum – tað svarar til afturgongd á heili 40 prosent.
Útflutningurin av laksavørum minkaði 429 milliónir krónur – tað svarar til afturgongd á 18 prosent.
Framgongd er í útflutningi av botnfiski, fiskaúrdráttum og tí, sum verður bólkað sum »aðrar vørur«.
Samanlagt útfluttu Føroyar fyri 4,4 milliardir fyrstu sjey mánaðirnar í ár.