Í blaðgrein týsdagin stóð skrivað, at útflutningurin av laksi og síli var 667 milliónir krónur. Regin Jacobsen á Bakkafrost hevur gjørt vart við, at hetta talið er nakað væl hægri.
Orsøkin til mistakið er, at talvurnar í Hagtíðindum, haðani tølini eru fingin, eru misvísandi í hesum førinum. Undir útflutninginum av laksi og síli eru lidnar vørur frá hesum báðum fiskasløgum ikki tikin við. Hetta hevur við sær, at útflutningsvirðið av laksi og síli er ov lágt, sum tað stendur í Hagtíðindum.
Fýra virkir eru í Føroyum, ið framleiða lidnar vørur úr laksi, so tað hevur stóran ávirkan, at útflutningurin frá hesum virkjum ikki verður taldur uppí útflutningin av laksi og síli.
Regin Jacobsen sigur seg hava víst á hesar misvísandi upplýsingarnar fleiri ferðir fyrr, men eingin broyting er hend, og tí verður útflutningsvirðið í Hagtíðindum nakað lægri enn í veruleikanum.
Tølini fyri útflutning, sum Havbúnaðarfelagið savnar saman vísa, at útflutningurin av sílum var 1.060 tons og 28.250 tons av laksi. Í Hagtíðindum stendur 24.105 tons, sum eisini er heldur misvísandi, vísir Regin Jacobsen á.










