Útflutningurin økist

Í fjør vórðu vørur útfluttar úr Føroyum fyri 3,75 milliardir krónur, og tað er ein munandi vøkstur samanborið við tey bæði árini frammanundan

 

Útflutingurin úr Føroyum er øktur munandi síðan 1998, at vit veruliga kunnu fara at tosa um góðar tíðir í Føroyum. Hetta stendur at lesa í Hagtíðindum, sum Hagstova Føroya gevur út.

Í 1998 var útflutningurin 2,93 milliardir krónur, meðan hann í 1999 var 3,26 milliardir krónur. Í ár 2000 útflutti føroyska vinnulívið fyri 3,75 milliardir.

Frá 1999 til 2000 var vøksturin í útflutninginum 15%, meðan vøksturin var 12% árini frammanundan.

Útflutningurin av skipum hevur ofta sera stóra ávirkan á hagtølini fyri útflutning. Men eisini tá útflutningurin verður roknaður uttan at skipini eru tald við, er gongdin tann sama. Í fjør var útflutningurin 3,5 milliardir krónur, tá skip ikki eru tald við, og tað er ikki tann stóra broytingin hini bæði árini, tá skipini eru drigin frá.


Mest fiskaflak

Sambært hagtølunum kemur størsti parturin av útflutningsvirðinum frá søluni av frystum og ísaðum fiskaflaki. Fiskaflak úr Føroyum varð selt uttanlands fyri 1,2 milliardir krónur í fjør, og hetta er ein vøkstur uppá 19% frá 1999. Henda sølan er ein lítil triðingur av øllum útflutninginum. Útflutt var fyri 345 milliónir krónur av toskaflaki, 237 milliónir av hýsuflaki og 218 milliónir av upsaflaki.

Útflutningur Føroya er at kalla bara fiskaframleiðsla. Útflutningurin av ísaðum og frystum fiski gav 479 milliónir, útflutningurin av saltfiski gav 545 milliónir og útflutningurin av laksi og síli gav 667 milliónir krónur.