Seinastu 12 mánaðirnar, fram til og við august í 2019, útfluttu Føroyar fyri 8,625 milliardir krónur. Innflutningurin var hetta tíðarskeiðið 7,582 milliardir krónur.
Seinnu tíðina er gloppið millum út- og innflutning vorðið størri. Onkuntíð hevur munurin millum inn- og útflutning verið um 300 milliónir krónur.
Í prosentum hetta sama 12 mánaðar tíðarskeiðið vaks útflutningurin 4 prosent, meðan innflutningurin vaks 1 prosent.
Tað er laksur, ið hevur størst útflutningsvirði. Nevnda tíðarskeið útfluttu vit fyri 3,675 milliardir krónur av laksi. Næsthægst útflutningsvirði er toskur. Har var virði 1,084 milliardir krónur, og nummar trý er bólkurin ’annar fiskur’, sum tilsamans hevði eitt virði á 1,065 milliardir krónur.
Í prosentum var vøkstur størstur innan útflutning av hýsu, toski og makrel. Vøksturin var ávikavist 47, 41 og 31 prosentum í virði, skrivar Hagstovan.
Við 1,725 milliardir krónur, er tað er bólkurin ’tilfar til annan ídnað, ið umboðar størsta innflutningin. Nummar tvey er bólkurin ’til beinleiðis húsarhaldsnýtslu’ við 1,642 milliardir krónur, og nummar trý er brennievni, við 1,230 milliardir krónur, ið umboðar størsta innflutningin.
Í prosentum er innflutningsvøksturin størstur í bólkinum ’skip og flogfør’. Har var vøksturin 235 prosent.
Les eisini: Útflutningurin vaks 4 prosent og innflutningurin 1 prosent