Útflutningurin av feskum tunfiski gevur endurljóð í Noregi

Tað hevur givið endurljóð í Noregi, at føroyingar í vikuni, sum fór útfluttu tunfisk beinleiðis til japanska marknaðin. Góðskan var í lagi, men var fiskurin betri handfarin, so fekst kanska meir fyri hann

Tað hevur eftir øllum at døma vakt ans í Noregi, at føroyingar hava útflutt feskan tunfisk beina leið til japanska marknaðin.

Undir yvirskriftini »Eventyrlig pris for færøysk størje« verður rættiliga fitt gjørt burturúr, at føroyingar hava útflutt 10 feskar tunfiskar til Japan.

Upplýst verður, at nakrir av tunfiskunum vóru seldir fyri meiri enn 300 krónur fyri kilo.

Fiskarern hevur tosað við ein marknaðaranalytikara sum sigur, at føroysku tunfiskarnir fingu ógvuliga góðan karakter fyri góðskuna. Allir uttan tann størsti tunfiskurin, sum vá 167 kilo.

? Hann var ikki viðfarin á rætta hátt av manningini og hevði merkir av sløgum, sigur Bill Court frá Fish Info Service.

Hesin stóri tunfiskurin var eisini ov myrkur í kjøtinum og oljuinnihaldið var alt ov lágt, leggur Bill Court afturat.


Góður litur

Orsøkin til at so góður prísur varð latin fyri hinar tunfiskarnar sigur Bill Court verða at hann hevði júst tann rætta litin og var púra feskur

Tunfiskur skal verða ljósur í kjøtinum og tað var júst tað føroyski fiskurin var. Hinvegin var oljuinnihaldið gjøgnumgangandi ov lágt og tí var tað hóast alt løgið, at teir fingu tann prís, sum latið var fyri teir.

Bill Court væntar tí at prísurin á føroyskum tunfiski fer at leggja seg á góðar 200 krónur fyri kilo, men tað er eitt krav, at fiskurin verður væl viðfarin bæði umborð og undir flutningi