Útflutningurin 4 prosent minni higartil í ár

Útflutningurin fyrra hálvár 2008 var 82 miljónir minni enn fyrra hálvár 2007. Minkingin er 4 prosent. Verða skip ikki tald uppí, vísur samanburðurin, at fyrra hálvár í ár vóru útflutt heili 18 prosent minni enn somu mánaðar í fjør.

Útflutt er minni av so at siga øllum fiskasløgum ? uttan av alifiski, sum seinastu tíðina rættuliga hevur tikið dik á seg. Av alifiski varð útflutt fyri 127 miljónir meira í ár enn í fjør.

Størsta minkingin hevur verið í uppisjóvarfiskinum, sum tað sæst í hesari talvuni. Minkingin var stívliga 200 miljónir. Haraftrat kemur, at minkingin í útflutningi av mjøli og fóðri eisini enduspeglar minking í útflutningi av uppisjóvarfiski, skrivar Hagstovan.