Útflutningur
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur sent út kunningarskriv, har víst verður á, hvørjar reglur eru galdandi við útflutningi av matvørum til Danmarkar til privata nýtslu. Hetta ger stovnurin, eftir at reglurnar vórðu broyttar í fjør.
Sambært ES-reglunum hava føroyingar loyvi at innflyta til privata nýtslu í Danmark ? antin í viðføri ella sent við pakka ?
* Fisk og fiskavøru, íroknað eitt nú turran og ræstan fisk, í mesta lagi 5 kilo.
* Seyða-og neytakjøt og aðra matvøru, í mesta lagi 5 kilo.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at samsending av mati
er loyvd; tað merkir, at loyvt er at senda fleiri pakkar til sama bústað.
Treytirnar eru ?
* at váttan fylgir pakkanum, har navn og bústaður á øllum móttakarunum stendur á
* at hvør pakki í mesta lagi vigar 5 kilo
* at maturin er til egna nýtslu.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tá ið talan er um
útflutning til onnur ES lond enn Danmark, hava føroyingar ikki loyvi at taka kjøtvørur við sær, ei heldur senda tær í pakka.
- Best er at venda sær til myndugleikan í viðkomandi landi og spyrja um reglurnar, um tú ætlar tær at hava mat við, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan í kunningarskrivinum.