Føroyar og Bretland hava í morgun skrivað undir fríhandilssáttmála. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, og George Hollingbery, handilsmálaráðharri, skrivaðu undir sáttmálan á hátíðarløtu í bretska uttanríkisráðnum. Bretski fiskimálaráðharrin, George Eustice, var eisini til staðar í sambandi við undirskrivingina, sigur Poul Michelsen í eini fráboðan í morgun.
– Bretland tað landið, vit útflyta eina mest til og við sáttmálanum tryggja vit samhandilin við Bretland, so at hann kann halda fram, at kalla ótarnaður, tá ið Bretland fer úr ES. Tí hevur hetta stóran búskaparligan týdning fyri Føroyar, sigur Poul Michelsen.
Óvissa hevur verið um, antin Bretland fer úr ES við ongari skilnaðaravtalu 29. mars í ár, ella um partarnir finna eina semju. Sama hvat úrslitið av verður, er nú greitt, at tað fer ikki at ávirka handilssamstarvið ímillum Bretland og Føroyar, eftir at sáttmálin er komin í gildi. Og í næstum fer landsstýrismaðurin at leggja fríhandilssáttmálan fyri Løgtingið til góðkenningar.
Í 2016 seldu Føroyar Bretlandi vørur fyri 850 milliónir og í 2017 útfluttu vit fyri 770 milliónir til Bretlands. Innflutningurin úr Bretlandi til Føroya hevur var 169 milliónir í 2016 og 284 milliónir í 2017.