tflutningur av føroyskum matvørum til privata nýtslu í Danmark

    

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður
???????????????????????????

Vinnumálaráðið fegnast um nýggju reglurnar, sum ein arbeiðsbólkur undir Matvørumálaráðnum hevur orðað, sum koma at viðføra, at loyvdu nøgdirnar fyri útflutningi av føroyskum matvørum til Danmarkar verða munandi broyttar - frá í dag 1 kg til 5 kg.
Eingin ivi er um, at reglurnar eru eitt frambrot fyri teir føroyingar, ið búgva í Danmark. Tað er óvist, hvussu nógvir føroyingar búgva í Danmark, men møguliga er talan um fleiri enn 15.000 føroyingar.
Vinnumálaráðið hevur verið umboðað í nevnda arbeiðsbólki, og reglurnar snúgva seg í høvuðsheitum um:

?Privatur útflutningur av mati
?Útflutningur til almenn representativ tiltøk
?Útflutningur til sjúklingaheimini
?Samsendingarreglur/ felagsskapir

Eftir nýggju reglunum kunnu privatir persónar í Danmark innflyta upp til 5 kg pr. pakka úr Føroyum av føroyskum matvørum, uttan at vørurnar koma undir almenna veterinera eftirlitið fyri handilsligan innflutning av matvørum til Danmarkar/ES. Treytirnar eru, at pakkin skal vera við í viðførinum hjá viðkomandi, og at vørurnar eru til egna nýtslu.
Somuleiðis verða, eftir uppskotinum, møguleikar fyri at gera sokallaðar samsendingar til privatpersónar. Treytirnar eru, at hvør einstakur pakki ikki má viga meiri enn 5 kg, ein listi skal vera yvir móttakararnar, pakkarnir verða útflýggjaðir heilir (intaktir), tilvirkanin av matinum kann bert fara fram hjá endaliga móttakaranum, og matvørurnar kunnu bert vera til egna nýtslu.
Fyri sjúklingaheim og til representativ tiltøk hevur eisini verið ætlanin at gera meiri smidligari reglur fyri útflutningi til Danmarkar, men matvørur til hesi endamál skulu vera framleiddar undir myndugleika góðkendum umstøðum.