Í høvuðsheitum er talan um útflutning av fiskavørum. Útflutningurin av laksi vaks frá 3,439 milliardir krónum til 3,606 milliardir krónur. Tað svarar til ein vøkstur upp á fimm prosent.
Av øðrum fiskasløgum er virði hægst á toski við 1,081 milliardir krónur, makreli við 960 milliónir krónur, sild við 539 milliónir krónur og upsa við 257 milliónir krónur.
Í prosentum var hækkingin hægst í hýsu við 72 prosentum, slógvi og fiskaúrdráttum við 45 prosentum og toski við 40 prosentum.
Virði á øðrum útflutningsvørum hækkaði við 34 prosentum, meðan útflutningurin av skipum og fløgførum lækkaði við 75 prosentum.
Sí talvu niðanfyri við yvirlitinum av útflutninginum seinastu 12 mánaðirnar.
##med2##