Tað er Eysturoyar Vinnulívsráð, sum er høvuðsstigtakari til hesa ráðstevnu, ið verður vitanar-, útflutnings- og mentanarrættað. Málið er, at vinnan og myndugleikar í Føroyum og uttanlands skulu fáa høvi at knýta gagnlig sambond og menna samstarv í einum mentanarligum umhvørvi. Á ráðstevnuni, sum verður hildin í ítróttarhøllini í Runavík og í Runavíkar skúla í oktober, verða eitt nú fyrilestrar um ymisk viðkomandi evni - útflutningsvinnuni at frama.
Karmarnir skaptir
Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur, at ráðstevnan verður løgd í heystfrítíðini, tá ið skúlarnir hava frí.
Hann vísir á, at karmarnir um ráðstevnuna eru skaptir, og nú verður so farið at arbeiða neyvari við, hvussu sjálvt innihaldið skal verða.
- Ymskir tankar eru frammi um innihaldið, og tað er hetta, sum vit nú fara at arbeiða við.
Hann sigur, at ætlanina varð løgd fram á árliga fundinum hjá Eysturoyar Vinnulívsráði, sum var á Toftum herfyri, og har varð hon væl móttikin.
Borgarstjórin sigur, at samstundis, sum FAROEXPO verður í Runavík, verður eisini høvi at skipa fyri ymiskum mentanarligum tiltøkum í kommununi teir dagarnar, ráðstevnan varar.
- Vit hava lagt upp til at brúka ein part av okkara fíggjarætlan til ymisk mentanartiltøk, bæði stór og smá, og hetta hava vit gjørt, tí vit vilja staðfesta, at vit vilja nakað á hesum øki, sum hevur so stóran týdning fyri okkara samleika sum kommuna og sum tjóð.
Hann sigur, at mentanarligi parturin eisini verður við, soleiðis at tey, sum vitja kommununa á ráðstevnuni, kunnu hava eitt hvørt at stytta sær stundir við, samstundis sum tey fáa ein ávísan kunnleika um okkara mentan.
Ein partur av mentarligu tiltøkunum verða framsýningar og tiltøk av ymiskum slagi.
Eingin profittur?
Rodmundur sigur, at útflutningsráðstevnan, sum tað liggur í heitinum, í fyrsta lagi byggir á at menna og kunna um okkara útflutning, og ætlanin er, at stevnan skal byggja á altjóða samstarv og sambond.
- Hetta verður ikki ein ráðstevna, sum fyrireikar-arnir skulu tjena upp á - skilt á tann hátt, at fíggjar-orkan hjá hvørjum einstøk-um virki, felag ella einstaklingi skal ikki halda nøkrum aftur í at koma. Vit ætla nevniliga, at luttakarakostnaðurin skal verða so rímiligur sum gjørligt.
Hann sigur, at hugsað hevur verið um at halda eina tílíka ráðstevnu í Runavík antin á hvørjum ári ella annaðhvørt ár.
- Vit hava eisini hugsað um, hvussu ráðstevnan í framtíðini kann skipast. Møguleikar eru at venda sær til marknaðin sum heild - ella til ávísar marknaðin og ávís øki.
Rodmundur sigur, at enn er endalig støða ikki tikin, hvagar henda ráðstevnan fer at venda sær, men hetta verður fingið upp á pláss í næstum.
Spennandi tiltak
Borgarstjórin sigur, at hann vegna kommununa er rættiliga spentur eftir at síggja, hvussu ráðstevnan fer at taka seg út, tá ið saman um kemur.
- Vit vóna eisini, at ráðstevnan fer at skapa okkara vinnulívi, sum er fundamentið undir samfelagnum, nýggj sambond úteftir og nýggjar marknaðir.
Hann væntar tískil, at høvuðsvinnan fer at fylla ein stóran part av ráðstevn-uni.
- Hetta verður okkara fyrsta tiltak av sínum slagi, og tí seta vit hesaferð heldur ikki nøsina upp eftir allari verðini, sum hann tekur til.
Rodmundur Nielsen sigur seg vóna, at stigtakararnir fáa einar 40 útlendskar fyritøkur og nakað tað sama talið av føroyskum fyritøkum at luttaka á stevnuni.
- Vit hava nú skapt karmarnar fyri hesi útflutningsráðstevnu og hava soleiðis eina rammu. Nú er eftir at fylla út í hesar karmar, sigur borgarstjórin sum væntar, at tiltakið fer at eydnast væl, tí tað eru góðar kreftir, sum standa aftanfyri.