Hydro-Tech á Eiði er stórt arbeiðspláss og hevur stóran týdning fyri bygdina og grannabygdirnar. Ummleið 2/3 av teimum 23 fólkunum á lønarlistanum hjá Hydro-Tech eru búsitandi á Eiði.
Nýggj høll
Umframt at framleiða besløg til aliringar, ger Hydro-Tech eisini bátar og tvíkiljur til alivinnuna.
Í gjár reistu teir nýggju framleiðsluhøllina, sum er keypt brúkt úr Danmark.
- Høllin hevur stórar fyrimunir við sær, tí arbeiðast kann munadyggari, sigur Jørmund Foldbo.
Høllin er 1200 fermetrar og skal t.d. nýtast til umvæling og framleiðslu av bátum.
Sum er, húsast Hydro-Tech í trimum húsum. Teir fegnast, nú útlit eru fyri munandi betri arbeiðsumstøðum.
Útflutningur
Hydro-Tech framleiðir millum annað besløg til aliringar.
20% av hesi framleiðslu fer til útflutnings. Tað mesta fer til Noregs, men arbeitt verður við at kanna aðrar marknaðir eisini.
Eisini bátarnir fara møguliga at gerast útflutningsvøra. Áhugi er í Noreg og í Skotlandi.
Tveir bátar eru gjørdir og tveir standa í ger, so væntandi kemur talið upp minst 5 í ár.
Stóra arbeiðsplássið hevur stóran týdning fyri bygdina.
Jørmund Foldbo sigur, at ikki er óhugsandi, at enn fleiri fólk fara at starvast á Hydro-Tech, um útflutningurin, og harvið virksemið, veksur.
Umfarmt framleiðslu til alivinnuna, so hevur Hydro-Tech eisni ymisk arbeiði innan fiskivinnuna.
Talan er í stóran mun um alt vanligt arbeiði og mest eru tað skip og bátar, sum hava heimstað á Eiði, sum talan er um, sigur Jørmund Foldbo.