Útferð yvir á Blankaskála

Norrøna Felagið í Leirvík ger útferð yvir á Blankaskála leygardagin

Útferð

Tað er vorðið alt meira vanligt, at feløg skipa fyri útferðum ymsastaðni kring landið. Gingið verður um dalar og fjøll, og nógvar av hesum ferðum eru eitt minnið fyri lívið. Nógv av teimum støðum, sum vitjað verða, eru søgulig á ymiskan hátt, og tí kann ein slík ferð saktanst vera ein uppfrísking av eini søgu, tú áður hevur hoyrt, men kanska ikki hevur heft teg so nógv við.
Hevur tú verið á staðnum, festir søgan seg í minnið fyri lívið.

Blankaskáli

Komandi leygardagin skipar Norrøna Felagið í Leirvík soleiðis fyri eini útferð yvir á Blankaskála á Kalsoynni.
Farið verður av ferjuleguni í Leirvík leygarmorgunin klokkan 10, og væntandi verður ferðalagið aftur í Leirvík umleið klokkan 13.
Tað verður báturin, Alfa Pilot, ið siglir við teimum, ið verða
við í ferðini.
Á ferðini fer Asbjørn Lómaklett at greiða frá søguni um Blankaskála, har eitt stórt skalvalop í sínari tíð gjørdi av við hesa bygdina.

Felagssangur

Norrøna Felagið í Leirvík sigur, at á ferðini verður eisini felagssangur, har Juel Høgnesen fer at spæla undir.
- Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin at verða við á ferðini, sigur formaðurin í Norrøna Felagnum í Leirvík, Tórhild Bjarkhamar.