Farið varð ikki langt av leið, kann ein siga. Við Bussleiðini varð kósin sett ímóti Kirkjubø, har børnini og hjálparfólk teirra hugnaðu sær eina góða løtu í sjáldsama vakra veðrinum henda dagin.
Tey høvdu vaðað í fjøruni, stungið fliður, fangað marflugur og funnið ymisk forkunnugt í fjøruni, eins og tey høvdu etið ein bita.
Farið varð frá skúlanum um 13-tíðina, og tá bussurin kom til Kirkjubøar klokkan 15:01, vóru tey øll við.
Enn ein hendingarríkur dagur var at enda komin.