Útferð hjá Tilhaldinum á Sandi

Mikudagin 10. juni skipaði Tilhaldið á Sandi fyri útferð inn á meginlandið. Tey komu við Teistanum á Gomlurætt klokkan 8.40 um morgunin.

Fyrst var vitjað í nýggja fjósinum í Havnardali, síðan handilin INN við Norðskála, og so ein góðan fiskadøgurða á Sjókaféini í Runavík.


Á Toftum var vitjað í tógvhandlinum Navia, á Føroya Fiskamarknaði og í Fríðrikskirkjuni, har greitt var frá um kirkjuna og felagssálmur varð sungin. Eftir tað varð koyrt til Gomlurætt, og  kl. 15.45 sigldi Teistin til Skopunar. Ferðaleiðari á túrinum var Kristina á Reynatúgvu.